Fleiri bilførarar hava verið nipnir í morgun

Teir hava verið noyddir at fara til gongu

Áki Bertholdsen
18. apríl 2024 kl. 09:01

Í morgun eru tað fleiri bilførarar í Havnini, Eysturoynni og í Norðoyggjum, sum hava verið eitt sindur nipnir, tá ið teir hava skula farið í bilin í morgun.

Í gjár fekk løgreglan ein lista frá Akstouni við nøvnunum á næstan 700 bilførarum á, sum ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár í ár, og tí skuldu pláturnar takast av bilunum.

Og løgreglan legðist ikki á boðini, tí longu í nátt hava tey verið á runferð og tikið plátur av bilum, bæði í Havnini, Í Eysturoynni og í Norðoyggjum.

Í Havnini vórðu nummarpláturnar tiknar av 12 bilum og norðan fyri vórðu pláturnar tiknar av 20 bilum, so tilsamans standa 32 bilar við ongum plátum í morgun.

Løgreglan sigur, at hetta verður lívið tær næstu næturnar, tí nú fara tey at arbeiða seg ígjøgnum listan. Men tey royna eisini at ringja til tey, sum standa á listanum fyri at fáa tey at rinda hasa rokningina, so at tey sleppa undan at missa pláturnar.

Men reglurnar eru greiðar, so hava eigararnir ikki eina kvittan at vísa løgregluni, verða pláturnar tiknar.