Børn tikin fyri herverk í Vági

Løgreglan hevur sett seg í samband við foreldrini og sosialar myndugleikar

Áki Bertholdsen
18. apríl 2024 kl. 07:42

Tann 28. mars var eitt herverk í Vági meldað til løgregluna. Løgreglan hevur nú staðfest, at talan var um ein bólk upp á átta smábørn, sum gingu í 3. til 5. flokk, sum hava framt herverkið.

Tey høvdu brotið rútin í eini úthurð í einum húsum, har eingin var inni. Síðani vóru tey farin inn, har tey høvdu brotið ymiskt innbúgv og høvdu meiggjað ein vegg út.

Eyðvitað verða smábørn ikki revsað, men løgreglan hevur havt samband við foreldrini, og barnaverndin er eisini kunnað.

Annars hava vágbingar skriva nógv á sosialum miðlum um fleiri herverk, men hesi børnini verða ikki sett í samband við onnur herverk enn tað sama.